Haraldur R. Højgaard hevur undirskrivað sáttmála við NSÌ
Evnaríki leikarin Haraldur Reinert Højgaard hevur skrivað sáttmála við NSÌ.
Haraldur er føddur 21 mars 1995 og hevur sína fótbóltsuppaling í B68 og tað er eisini har hann hevur spælt øll árini.
Sambært www.faroesoccer.com hevur Haraldur spælt:
12 dystir í Effodeildini
29 dystir í 1. deild
3 U-19 landsdystir
9 U-17 landsdystir
Haraldur hevur mest spælt á miðjuni og í álopinum, men hevur eisini roynt seg í verjuni.
Sáttmálin sum NSÌ hevur gjørt við Haraldur er galdandi frá í dag til og við 2015.
Heimasíðan ynskir Haraldi hjartaliga tillukku og bestu eydnu í NSÌ.