Venjingardystur NSÍ-U-17 landsliðið

Sum liður í fyrireikingunum hjá føroyska U-17 landsliðnum til NM í Norra í august, verður venjingardystur á Toftum í annaðkvøld.

NSÍ liðið verður mannaði við einum blandingi av leikarum sum spæla við okkara 2 deildarliði og unglingum. Onkur einstakur leikari frá Effoliðnum verður eisini við.

NSÍ hevur fimm leikarar á U-17 landsliðnum, hesir eru:

Karstin Hansen, Betuel Hansen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen og Andrias Poulsen.

Dysturin byrjar kl 18.00 og verður á nýggja vøllinum á Svangaskarði.

Líknandi tíðindi