Meinhard aftur til royndarvenjing í FCK

Ungi 16 ára gamli ungdómsleikarin Meinhard Egilsson Olsen úr NSÍ fer í komandi viku aftur at royndarvenja við FCK í Keypmannahavn.

Meinhard var í april í ár og royndarvandi í FCK og hetta gekk so mikið væl at FCK aftur hevur bjóðað honum at koma at royndarvenja, við tí fyri eygað at taka avgerð um tað er grundarlag fyri gera ein møguligan lærlingasáttmála millum NSÍ og FCK.

Meinhard er framrættaður leikari og kann spæla á øllum offensivu plássunum. Í NSÍ spælir hann sum oftast sum áleypari, meðan hann á U-17 landsliðnum hevur spælt bæði sum framrættaður miðvallari, kantur og áleypari.

Meinhard hevur higartil spælt 15, U-17 landsliðsdystir fyri Føroyar og tað er føroyskt met.

Meinhard fekk sína debut við okkara Effoliði í mai í ár, júst eftir at hann hevði fylt 16 ár.

Venjingarskráin hjá Meinhard komandi vikuna:

Mánadagur 12 august: Kl. 15.00 venjing U17

Týsdagur 13 august: Kl. 09.00 venjing U17

Kl. 18:00 dystur FCN – FCK

Mikudagur 14 august: Kl. 16.00 venjing U17

Hósdagur 15 august: Kl. 16.00 venjing U17/19

Fríggjadagur 16 august: Kl. 15.00 venjing U19

Fyri stuttum fekk 16 ára gamli Betuel Hansen úr NSÍ 3 ára lærlingasáttmála við Silkeborg.

Meinhard og Betuel hava spælt á sama liði síðan teir vóru 9 ára gamlir.

Hetta er prógv um at góða ungdómsarbeiðið í felagnum ber frukt og tað er at fegnast yvir.

Líknandi tíðindi