Javnleikur á Toftum: NSÍ-AB 1-1

Dysturin í dag var ógvuliga skiftandi. Okkara komu betur frá byrjan og komu eisini á odda longu í 8. min. og tað kendist eisini, sum um okkara menn høvdu stýr á tí heila, men so við og við arbeiddu argjamenn seg inn í dystin og vóru líka væl við seinna part av fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru tað argjamenn ið vóru meira tendraði beinanvegin og tað gav úrslit longu í 48. min., tá teir javnaðu teir til 1 – 1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið og samanumtikið mundi tað eisini vera í tráð við leikgongdina.

Sum sagt var NSÍ betra liðið fyrsta partin av dystinum, men tó vóru tað argjamenn sum longu í 2. min. fingu ein brádligan møguleika. Tað var Keita sum kom at standa væl fyri – skeyt frá brotsteigarmarkinum eitt flatt skot, sum Kristian lættliga tók sær av og næstu drúgvu løtuna vóru okkara omaná leikliga.

Í 7. min. leggur Magnus okkum á odda. Málið kom aftaná uppspæl í høgru, har Monrad legði bóltin inn til Árna, sum sendi víðari til Magnus, sum bleiv púra leysur og við einum hørðum vælplaseraðum skoti ímóti handaru netsíðu skoraði hann. 1 – 0 og tað teknaði gott hjá okkara monnum.

Í 11. min. sendir Árni gott innlegg ímóti Klæminti, men tíverri rennur hann saman við málmanninum og dømt bleiv fyri frísparki. Í 13. min. er gott gjøgnumspæl í vinstru síðu, sum endar við at Karl leggur flatt inn til Klæmint, sum tíverri ikki fær skot á. Í 14. min. bróta argjamenn okkara uppspæl og koma til vandamikla støðu, men áleyparin skjýtur framvið, væl trýstur av okkara verjuleikarum.

Í 17. min. hevur Monrad høgt innlegg ímóti AB málinum, sum málverjin loftar, áðrenn okkara sleppa til. Løtuna aftaná sendir Per góða tvørsending inn í argjabrotsteigin, sum verður beind út til hornaspark. Í 21. min. eru argjamenn í vandamiklum álopi, sum endar við skoti sum blívur blokkerað.

Í 22. min er tað Jonhard sum leggur eina góða sending innfyri til Klæmint, sum blívur akkurát ov stuttur til skallara. Í 23. min. eru argjamenn ígjøgnum, men eru trýstir og reka útav vøllinum. Løtuna aftaná eru vit í vandamiklum álopi, sum endar við at skot frá Árna verður blokkerað.

Í 26. min. fáa argjamenn sín besta møguleika í fyrra hálvleiki. AB hevði innkast frammi í høgra borði, bólturin bleiv longdur og ein púra fríur AB-ari lyfti bóltin uppum málið. Í 39. min. er tað Keita sum roynir seg við skoti framvið málinum. Í 41. min fær Klæmint risamøguleika um brotsteigarmarkið – eitt sindur til høgru. Ístaðin fyri langa til, velur hann at draga til vinstru og bleiv so taklaður og so var tann støðan av.

Sum heild um fyrra hálvleik kann sigast, at okkara vóru klárt betra liðið fyrra partin av hálvleikinum og tað sá út til at vera ein spurningur um tíð, til teir fóru at økja um leiðsluna, men tá einir 15 – 20. min vóru farnir komu argjamenn við og spældu fult upp til okkara.

Bæði lið høvdu ivaleyst nógv at tosa um í hálvleikinum, men tað sást beinanvegin í seinna hálvleiki, at argjamenn vóru meira tendraðir og tað gingu bara 3 minuttir, so høvdu teir javnað. Málið kom aftaná hornaspark í vinstra borði og miðskeiðis fyri málinum kom Rói Danielsen at standa púra ódekkaður og hann skallaði beint í málið og so var støðan 1 – 1.

Í 50. min. eru argjamenn aftur vandamiklir, men Keita í góðari støðu rakar ikki bóltin. Løtuna aftaná hava okkara skjótálop, sum endar við innleggi frá Árna, sum málmaðurin loftar. Í 52. min. er Magnus ígjøgnum í høgru síðu, leggur flatt og hart innfyri, men málmaðurin er fyrstur á bóltinum. Í 60. minutti endar eitt sera gott NSÍ álop við at Klæmint kemur í góða støðu um brotsteigarmarkið, men skotið við vinstra fer uppum.

I 65. minutti brýtur Pól Johannus ígjøgnum vinstru og leggur inn til Klæmint, men skotið gerst ov veikt og fer framvið í hinum borðinum. Í 76. min. er Per í góðari støðu, aftaná langt innkast úr vinstru, men skotið verður blokkerað. Í 82. min. er tað Klæmint, sum fær eina góða sending innum verjuna. Hann dregur út í høgra borð við málmanninum aftaná sær. Leggur bóltin høgt innfyri og handaru megin fær Andy skot á, men bólturin fer afturum málið.

Síðstu løtuna eru tað okkara sum trýsta, meðan AB-arnir dúva uppá kontra. Í yvirtíðini kempar Jann Martin seg ígjøgnum í vinstru síðu, taklar í fleiri umførum og fær bóltin við sær, men komin stutt inn í brotsteigin, verður hann aftur taklaður og fer umkoll og so spurdist ikki meira burturúr teirri atsóknini.

Úrslitið í dag var í tráð við leikgongdina, men vit mugu vinna dystir sum hendan, um vit skulu upp har tað er stuttligt at vera og nú er so smátt við at vera síðsta útkall til tey uttaru europa-plássini. Næsti dystur er komandi sunnudag ímóti EB/Streymi á Svangaskarði – og tað er eitt gott høvi hjá okkara monnum aftur at venda kósini uppeftir – livst so spyrst.

Saman standa vit sterk !

NSÍ – AB 1 – 1 ( 1 – 0)

1 – 0 Magnus H. Olsen 8
1 – 1 Rói Danielsen 48

Liðið hesaferð:
Kristian, Monrad, Per, Jens, Jonnhard, Pól Johannus, Karl, Árni (Jann Martin 83’) Andy, Magnus (Sjúrður 56’) og Klæmint

Á bonkinum uttan at koma inn: Jákup Andrias Gaardbo, Pætur Høj og Haraldur Højgaard

Dystarfrásøgn: Eyðun Gaardbo

Myndir: Johnny Lamhauge

[nggallery id=236]

Líknandi tíðindi