NSÍ-ÍF avblástur

Dómarin Ransin Djurhuus valdi at avblása Vodafonedystin millum NSÍ og ÍF í kvøld við Løkin í Runavík, tá  umleið 20 min vóru  leiktur av fyrra hálvleiki. Orsøkin til, at dómarin valdi at avblásað dystin, var, at dómaratrioin hevði trupulleikar at síggja strikurnar, tí kavi hevði lagt seg á vøllin beint áðrenn, og meðan dysturin var í gongd.

Tá dómarin avblásti dystin, var støðan 1-0 til NSÍ. NSÌ byrjaði ógvuliga væl og longu eftir 3 min løgði teir seg á odda 1-0. Hetta kom eftir álop í vinstru síðu. Potemkin spældi Debes púra frían, og Debes var púra ísakaldur, tá hann skeyt bóltin hegnisliga høgrumegin Jákup Mikkelsen í ÌF málinum.

Tá gott 20 min vóru spældir, spældi Potemkin Jann Inga púra frían mitt fyri. Jann Ingi trekti framvið Jákup, sum kom stormandi úr ÌF málinum. Jann Ingi datt, og fyri flestu áskoðarnir sá tað út, sum Jákup feldi Jann Inga, men dómarafloytan tagdi.

Dysturin verður spældur av nýggjum í morgin, skírishósdag kl 17.15 við Løkin.

Líknandi tíðindi