Fyrstu venjingarnar á nýggja vøllinum

1

Í dag vóru fyrstu venjingarnar á nýggja vøllinum við Løkin.

Longu mitt seinnapartin, stutt eftir at børn vóru komin úr skúla, vóru tey at síggja á nýggja vøllinum. Og sum fráleið var vøllurin fullur av ungdómsliðum, sum vandu.

Kl. 18 vandi EFFO-hópurin á vøllinum.

Nýggi vøllurin er, sum vera man, stásiligur í mun til gamla vøllin, og spennandi verður, hvussu hann fer at roynast.

Fyrstu skoðsmálini vóru góð.

Vøllurin verður alment tikin í nýtslu í samband við EFFO-dystin móti KÍ sunnudagin 15. september.

Share.

1 kommentar

  1. Sigurjón Einarsson on

    Óført! Til lukku við nýggja vøllinum! 🙂

    Vælsignaðu tit, ið varða av vøllinum. Haldið nú vøllin væl viðlíka, so hann heldur í nøkur ár 🙂

Skriv et svar