Fyrstu venjingarnar á nýggja vøllinum
Í dag vóru fyrstu venjingarnar á nýggja vøllinum við Løkin.
Longu mitt seinnapartin, stutt eftir at børn vóru komin úr skúla, vóru tey at síggja á nýggja vøllinum. Og sum fráleið var vøllurin fullur av ungdómsliðum, sum vandu.
Kl. 18 vandi EFFO-hópurin á vøllinum.
Nýggi vøllurin er, sum vera man, stásiligur í mun til gamla vøllin, og spennandi verður, hvussu hann fer at roynast.
Fyrstu skoðsmálini vóru góð.
Vøllurin verður alment tikin í nýtslu í samband við EFFO-dystin móti KÍ sunnudagin 15. september.