U14 – tað verður silvur ella bronsa.

0

Í fjør vunnu U14 dreingirnir hjá NSÍ FM. Tí skuldu teir royna endurtaka bragdið í ár. Og nú, tað restar ein dystur, kann staðfestast, at FM er farið, men bronsan er tryggjað. Vinna teir seinasta dystin móti HB í Havn, so verða tað silvurkrónurnar, sum hanga um hálsin leygardagin 5. oktobur.

Seinastu dystirnar hevur úrtøkan verið heldur svingandi. Fyrst var tað útsetti dysturin móti Víking. Hann varð leiktur í Sarpugerði eitt kvøldið mitt í viku. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí bæði liðini eru við í kappingini um metal.
Dysturin byrjaði varliga. Víkingar høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki, og teir vóru eisini nógv á bóltinum. Okkara fingu satt at siga als ikki spælið at koyra í fyrra hálvleiki. Spælið gekk ov seint, og tað tóktist sum um, at dreingirnir ikki vóru greiðir yvir, at dysturin var byrjaður.
Tað var tí eisini púra í tráð við leikgongdina, at Víkingur legði seg á odda 1-0, tá fyrri hálvleikur var reiðiliga hálvrunnin. Enn var tó góð tíð at betra um hesa støðuna. Men, tá farið var til hálvleiks, høvdu okkara bert havt eitt skot á Víkingamálið, tá Aron smekkaði til útifrá, men skotið fór væl oman fyri málið. So bríkslaði Petur Reinert, sum var dómari, fyri hálvleiki, og vit mundu vera fleiri, sum vónaðu, at seinni hálvleikur fór at roynast betur.
Og dreingirnir tóktust meira vaknir í seinna hálvleiki. Okkara spældu væl fram í síðunum, men so manglaði tað seinasta – at fáa avsluttað! Ferð eftir ferð spældu dreingirnir sera hegnisliga fram móti baklinjuni, men so hendi ikki meira. So royndu teir við sendingum beint fram eftir vøllinum, men sum oftast endaðu tær inni hjá málmanninum hjá Víkingi. Hóast alt komu okkara dreingir tó til stórar møguleikar, men tóku ikki av. Aron, Heðin og Kári høvdu góðar støður, men onki spurdist burturúr. Skal nakað takast við frá hesum dystinum, so man tað vera avrikið hjá Sjúrður Paula. Hann kom inn í verjuna, tá Pætur noyddist út við snuddi. Sjúrður Pauli er skjótur, hevur tekniskar førleikar og dugir væl at lesa spælið av. Hann verður spennandi at fylgja komandi árini.
Eftir stendur, at Víkngur vann 1-0. Hetta var eitt skot fyri bógvin í stríðnum um silvurkrúnurnar. Nú vóru 3 dystir eftir.

Teir, sum mannaðu liðið ímóti Víkingi, vóru:
Martin, Rani, Mórits Heini, Benjamin, Pætur, Kári, Heðin, Sonni,
Dávid, Aron, Jógvan, Sjúrður Pauli og Steffan.

 

Leygardagin varð leikt móti EB/Streymi við Margáir. Eitt fitt lot lá oman gjøgnum Saksunardal. Okkara byrjaðu alt ov varið. Teir vóru ov seinir í taklingarnar og taptu allar ivabóltar. Úrslitið var tí, at EB/Streymur legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá dreingirnier vóru komnir afturum, tóktust teir at rakna eitt sindur við. Vóru grammari í nærdystunum og vunnu “fyrsta bóltin”. Hetta gav eisini úrslit seint í fyrra hálvleiki, tá Mórits Heini smekkaði bóltin í mál til hálvleikstøðuna 1-1. Seinna hálvleik var talan um einvegis ferðslu oman móti málinum hjá EB/Streymi. Okkara komu væl fram í síðunum og løgdu vandamikil innlegg inn fyri málið. Og tað var júst eitt tílíkt álop, sum gav okkum leiðslumálið. Ein bóltur verður lagdur inn fyri málið úr høgru og millum vinir og fíggindar kom Kári strúkandi fram at málinum og bólturin kom beint fyri føturnar á honum og hann trillaði bóltin í málið. 2-1 til okkum, og vit sótu tungt á dystinum. Lítla løtu seinni lyfti Aron ein bólt inn um EB/Streymaverjuna, har Mórits Heini fór strúkandi. Einsamallur við málmanninum var hann ósvikaliga tryggur og smekkaði bóltin í kassan til 3-1. Løtu seinni fekk Mórits Heini sítt triðja mál og harvið hattrik. 4-1 gjørdist endaliga støðan, og møguleikin fyri metalli var framvegis til staðar.

Teir, sum mannaðu liðið móti EB/Streymi vóru:
Petur Sjúrður, Rani, Sjúrður Pauli, Benjamin, Heðin, Aron, Sonni, Kári, Mórits Heini, Jógvan, Aron, Birgir.

 

 

Næst seinasti dystur í ár varð framskundaður til mikukvøldið. Tað var heimadysturin móti Víkingi.

Aftur hesaferð byrjaðu okkara heldur varliga, men vunnu seg tó skjótt inn í dystin. Tá einir 10 minuttir vóru leiktir, fekk Mórits Heini ein bólt stungnan inn um verjuna hjá Víkingi. Púra einsamallur við málmanninum yvirplaseraði hann tó skotið, sum fór framvið málinum. Løtu seinni var galið í hinum endanum. Verjan hjá okkum var dekan ov frammalaga, og bólturin varð leiktur inn um og hagani lagur fyri føturnar á einum leikara mitt fyri málið. Hann var eirindaleysur og smekkaði bóltin í málið til 1-0 til Víking. Málið nervaði tó ikki spælið nakað serligt. Okkara royndu við bóltum fram í síðunum og so inn fyri málið. Onkrar vandamiklar støður spurdust burtur úr, eitt nú fingu Aron, Rani og Heðin møguleikar at gera mál. Tað var eisini ein tílik støða, sum gav útjavnandi málið. Okkara vunnu bóltin á egnari hálvu, Kári sendir bóltin út í síðuna til Aron. Aron spælir bóltin beint fram til Mórits Heina, sum trekkir inn um verjuleikaran og sendir hann inn fyri málið. Har stedur Heðin, sum ísakaldur setir bóltin í netið til 1-1. Eitt mál eftir bókini!
Men ein javnleik kundu okkara ikki brúka til nakað serligt. Og lítla løtu seinni er um at enda galið. Ein víkingaleikari far fatur á einum returbólti og velur at smekka til beinanvegin. Bólturi fór í einum vøkrum boga upp um Petur Sjúrð í málinum og á sjálva samankomingina. Tíbetur stakk bólturin út aftur í spæl og ikki inn í málið.
Í seinna hálvleiki var onki ivamál um, hvat av liðunum var betri. Okkara spældu sera góðan fótbólt. Spældu væl upp gjøgnum síðurnar og so varð bólturin sendur inn fyri. Nakrar ferðir var líka við, men sjálvdan bleiv heilt vandamikið. Hinvegin høvdu Víkingar ikki nógv at bjóða uppá. Nøkur langskot, sum øll fóru framvið málinum var tað tættasta teir komu. Tá tað restaðu 12 minuttir av dystinum fall avgerðin. Aron fær bóltin úti í vindstra borði, dregur fram við einum trimum víkingaleikarum, kemur heilt aftur á baklinjuna og sendir bóltin beint fyri føturnar á Pæturi, sum smekkar til fyrstu ferð. Bólturin streyk upp undir nettakið til endaliga úrslitið 2-1 til NSÍ. Móti endanum kastaðu Víkingar nógv fólk fram í royndini at fáa javnað. Men okkara hildu tætt. Eisini høvdu okkara møguleikar í skjótum mótálopum. Men har komu ikki fleiri mál. Úrslitið hevur við sær, at NSÍ eru tryggjaðir heiðursmerki í deildini. Talan verður antin um silvur ella bronsu. B36 hevur víst seg at verið besta liðið í ár, og vinna teir uppiborið FM-heitið. Til lukku við tí! Seinasti dysturin í deildini verður leiktur móti steypavinnarunum úr HB leygardagin 5. oktobur. Vinna okkara tann dystin, vinna teir eisini silvur krúnurnar.

Teir, sum mannaðu liðið í dag, vóru:
Petur Sjúrður, Rani, Pætur, Benjamin, Heðin, Kári, Aron, Sonni, Mórits Heini, Sjúrður Pauli, Jógvan, Dávid og Sølvi.

Share.

Skriv et svar