KENDU IKKI OKKARA VITJUNARTÍÐ: NSÍ – ÍF 1-2

0

Fyrsta umfarð í Vodafone-deildini fór í gongd í dag. Dysturin millum NSÍ og ÍF bleiv avlýstur í gjárkvøldið eftir at 15 min. vóru leiktir. NSÍ var tá komið á odda 1-0 beinavegin í dystinum, og tí var sjálvandi spenningur millum áðskoðarnar, um teir mundu fáa eins góða byrjan uppá dystin í dag. Líkindini at spæla fótbólt vóru eisini hampuliga góð, hóast tað var kalt.

NSÍ stillaði upp við Andras Gango í málinum, Einar og Jóhan í miðverjuni, Heðin á vinstra bakki og bróðurin Oddmar á høgra bakki. Á miðvøllinum vóru Jann Ingi og Jústinus, ímeðan Jónhard spældi til høgru á miðjuni og Debes í vinstru. Álopið var mannað við Christian Høgna og Karoly.

Spælið var rímiliga javnt í byrjanini av dystinum við hálvum kjansum báðar vegir. Men tá í 10 min. vóru leiktir fekk NSÍ ein gyltan møguleika at leggja seg á odda. Christian Høgni sleppur inn um ÍF verjuna í høgru síðu, finnur Jann Inga, sum stendur púra fríur framman fyri málið, men skotið fer við síðuna av málinum, ein 100% kjansur.

Næstu løtuna gongur javnt á, men Andy var ágangandi í vinstru síðu hjá ÍF og slapp ferð eftir ferð framvið Oddmari á Lakjuni og fekk antin skot uppá mál ella lagt innfyri, men málmaður og miðverja stóðu væl og ruddaðu burtur í flestu førum. Í 17 min. var tó vandi á ferð, tá ið ÍF fær fríspark nakað uttanfyri 16 meturin í vinstru síðu. Karl skjótur innfyri og Alexsander Jovevic skallar bóltin, men tíbetur beint í føvningin á Gango.

Tá ið 25 min. eru leiktir er Christian Høgni aftur uppá spæl, hann rekur skjótt inni í brotsteiginum hjá ÍF, setur tveir mans av og trekkjur útfrá málinum og ta ið hann er komin mitt fyri langar hann til, men skotið ferð tætt fram við høgru megin málið, ein sera góð roynd. Lítla løtu seinni ferð NSÍ aftur í skjótálop, Karoly verður spældur púra fríur og setur kós ímóti ÍF málinum, og einsamallur móti Jákupi Mikkelsen skjótur hann eftir jørð vinstru megin, men tíverri fór bólturin við síðuna av og út til málspark.

So hendi tað, sum ofta hendur tá ið ein ikki tekur av møguleikanum, so er tað í staðin mótstøðuliðið, ið fær mál. Jústinus missir bóltin til Dánjal av Lakjuni, sum ótarnaður sleppur at trekkja inn móti NSÍ brotsteignum og lyftir bóltin uppum Andras Gango, sum var staddur nakað uttarlaga, og í málið til hálvleiksstøðuna 0-1.

Í hálvleikinum bleiv ein útskifting gjørd Jan Ingi fór út og Erland kom inn.

Í byrjanini av seinna hálvleiki gekk javnt á. Liðini høvdu hvør sítt fríspark uttanfyri brotsteigin, sum ikki nakað kom burturúr. Í 55 min. ferð NSÍ í skjótálop og Debes spælir Christian Høgna frían, sum verður feldur í tí hann fer framvið Poul Ennigarð, men Ransin valdi tíverri ikki at floyta fyri brotsparki. Hesa løtuna royndi NSÍ at leggja trýst á ÍF liðið og løtu seinni kemur Jónhard í góða støðu inni í ÍF brotsteignum, men velur í staðin at spæla bóltin útfrá til Jústinus og einki spurdist burturúr.

Í 58 min. fer Debes út, Jens kemur inn í miðverjuna, Einar út á vinstra bakk og Heðin fram á vinstra vong. Tá ið 66 min. eru leiktir sleppur Christian Høgni aftur ígjøgnum ÍF verjuna, men skotið úr spískum rakar beint á Jákup í ÍF málinum. Løtu seinni gerst Jónhard eisini fríur men fær ikki bóltin í málið.

Síðani hendi tað ið ikki mátti henda. ÍF fær fríspark nakað framman fyri miðjuna, tað verður tikið stutt út í høgru síðu, bólturin verður síðan sendur innfyri, har ið Andy fær fatur á honum og smekkar hann í málið til støðuna 0-2.

Eftir hetta fór luftin eitt sindur úr NSÍ leikarunum, men onkrir málmøguleikar vóru kortini bæði til Heðin og Jónhard. Tá ið 80 min. vóru leiktir valdi venjarin Pauli Poulsen at gera eina offensiva útskifting, Oddmar bleiv tikin út og inn kom Jann Martin Mortensen. Nú spældi NSÍ við trimum í verjuni. Hettar munaði kanska eitt sindur og NSÍ fekk onkur fríspark uttanfyri ÍF brotsteigin. Í 87 min. kom Jann Martin í góða skotstøðu og hann smekkaði til, men Jákup bjargaði meistarliga.

Í tíðini dómarin hevði lagt avtrat fekk NSÍ endiliga bóltin í ÍF málið. Hettar var eftir eitt einmans avrik frá Christian Høgna, sum setti alla ÍF-verjuna av og smekkaði bóltin í málið til endaligu støðuna 1-2.

Samanumtikið má sigast, at NSÍ hevði møguleikar at leggja seg framum bæði við einum og tveimum málum tíðliga í dystinum, men vit vóru ikki nóg neyvir. Góðar taktir vóru at síggja í løtum, men alt ov ofta bleiv miðvøllurin lopin um og langar sendingar komu frá verjuni niðan á vøllin. Eisini gekk tað alt ov illa at spæla seg ígjøgnum síðurnar, fyri síðani at leggja bóltar innfyri. Men hinvegin, so mugu vit hyggja frameftir og herja á aftur, tí enn eru 78 stig eftir at spæla um.

Næsti dystur hjá NSÌ er annan páskadag 5 apríl móti FC Suðuroy í Vági.

NSÍ – ÍF 1-2 (0-1)

0-1   43 min.

0-2   72 min.

1-2  90 min.

DYSTARFRÁSØGN. Skrivað av Marner Pattinson

Share.

Skriv et svar