U-17 landsliðið farið til Georgia at dystast í EM undankapping

Leygarmorgunin 12. Oktober , setti U17 hópurin kós í ein landsyning ímóti Georgiska høvuðsstaðnum Tblisi, men fyrst var steðgað í Keypmannahavn í tveir dagar.

Fyrra dagin var leikt móti U17 liðnum hjá Brøndby og seinna dagin var ein venjing á skránni, áðrenn farið varð til Georgia umvegis Letland.

Hóast tíðarmunurin er tríggjar tímar, so eru leikararnir komnir væl frá byrjan og tær báðar venjingarnar, ið hava verði á skránni hava verði við høgari ferð og ongir skaðar ella snuddir hava gjørt um seg.

Venjarnir Áki og Pól eru væl nøgdir við umstøðurnar og hava góðar vónir til at okkara ungu menn kunnu avrika líka væl sum U21 landsliðið, ið ferðalagið hevur hugt eftir við stórum spenningi í kvøld.
Tíverri gjørdi tíðarmunurin at tað ikki var gjørligt at síggja A-landsliðsdystin.

Kappingin í Georgia fer í gongd hósdagin og umframt vertstjóðina, so verður eisini dystast ímóti Niðurlondum og San Marino. Veðrið er gott, umleið 20 stig og turt.

Dystir verða leiktir soleiðis føroyska tíð:

Føroyar – Niðurlond, hósdagin 17 oktober kl. 11.00

Føroyar – Georgia, leygardagin 19 oktober kl. 13.00

Føroyar – San Marino týsdagin 22 oktober kl. 12.30

Til ber at fylgja dystargongdini við at fara inn á heimasíðuna hjá UEFA: www.uefa.com/under17

Frásøgn: Andras Kjartansson Thomassen Tblisi

Í Georgia er NSÍ umboðað av trimum leikarum: Karstin Hansen, Petur Knudsen og Meinhard Olsen. Betuel Hansen skuldi eisini við men mátti tíverri geva avboð vegna knæskaða.

Mynd: U-17 landsliðið í Hamar til NM fyrr í ár

Líknandi tíðindi