Glottar hóast tap. EM U-17 í Georgia: Holland-Føroyar 4-0

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Tblisi í Georgia.

Í fyrsta dystinum skuldu føroysku dreingirnir royna seg ímóti Hollandi, ið verður mett at vera sterkasta landið, av teimum trimum londunum, ið Føroyar skulu spæla ímóti í hesari undankapping.

Úrslitið gjødist 4-0 til Holland, eftir at hollendarar vóru frammanfyri við tveimum málum í steðginum.

Næsti dystur hjá okkara dreingjum verður leygardagin, tá Føroyar og Georgia møtast. Fyrr í dag vunnu georgisku vertirnir 3-1 ímóti San Marino.

KELDA: www.fsf.fo

——
Uppdatering kl 22.00: Andrass Kjartansson Thomassen liðleiðari Tbilisi

Glottar hóast tap ímóti Niðurlondum:

Føroyska U17 landsliðið leikti í dag ímóti niðurlendingum á Dinamo Arena í Georgiska høvuðsstaðnum Tbilisi.

Úrslitið gjørdist 4-0 til Niðurlendingar, ið eru dupultir evropameistarir í U17 í 2010/11 og 2011/12 og tí var eyðsæð at uppgávan fór at verða trupul frá byrjan av.

Fyrsti hálvi tímin var merktur av, at mótstøðuliðið hevði leikliga yvirvág hóast fáir kjansir vóru. Fyrsti kjansurin kom eftir lítið korter, tá Karstin í málinum hevði eina góða bjarging úr stuttari frástøðu.

Niðurlendingar løgdu seg á odda eftir hálvan tíma, men bert tríggjar minuttir eftir, fingu okkara dreingir størsta kjansin á degnum.

Ein long avlevering bleiv send niðan í vøllin har liðskiparin Meinhard tamdi og dróg frameftir. Komin skammar tíggju metrar inn á niðurlendsku hálvuna spældi hann Teit í høgru síðu, ið legði eitt hart og høgt innlegg til aftaru stong til ein púra frían Hilmar Leon, ið setti fótin á bóltin fyrstuferð, men ólukku tíð streyk bólturin beint framvið málinum.

Niðurlendingar skoraðu beint fyri hálvleik og stutt inn í seinna hálvleik stóð 4-0 eftir tvey góð einmans avrik frá ungu niðurlendingunum.

Eftir hetta javnaði dysturin seg aftur og føroyingar komu fram til fleiri góðar støður. Tann besti av hesum kom, tá Hilmar Leon sendi eitt gott innlegg í brotsteigin, men Jákup Thomsen var bert fáar centimetrar ov stuttur at fáa høvdið á bóltin.

Venjarnir báðir vóru væl nøgdir við partar av dystinum, hóast semja var um at byrjanin av seinna hálvleiki kundi verði betri.

Hin dysturin í bólkinum endaði 3-1 til Georgia ímóti San Marino. Næsti dystur verður leygardagin ímóti Georgia kl 13.00 føroyska tíð. Tað ber til at fylgja dystargongdini á www.uefa.com leinkja U-17 group 11.

Liðið í dag: Karstin Hansen – Absalon Eliassen, Bartal Wardum Høgni E. Nielsen, Mikkjal á Bergi – Petur Knudsen (Jan á Høgaryggi 72.), Meinhard E. Olsen (Liðsk.), Rói Olsen, Hilmar Leon Jakobsen, Teit Jacobsen (Heri Mohr 80.) – Jákup Thomsen (Janus Samuelsen 61.)

Eykaleikar sum ikki komu inn: Símun Jóhan Wolles , Jóhan Waag Høgnesen, David Múller og Jákup Andreasen.

Venjarar: Áki Johansen og Pól F. Joensen.
Liðleiðari: Andras Kjartansson Thomassen
Vøddamýkjari: Fanny
Leiðari: Jákup Martin Joensen

Líknandi tíðindi