Trygvi er nýggjur venjari hjá NSÍ

NSÍ hevur í kvøld gjørt sáttmála við Trygva Mortensen, sum inniber, at Trygvi verður høvuðsvenjari hjá EFFO-liðinum komandi 2 árini. Helgi L. Petersen verður hjálparvenjari hjá Trygva.

Venjarnir siga, at teir eru sera spentir til komandi leikár. NSÍ hevur eitt spennandi lið, sum kann standa seg væl í kappingini. Miðalaldurin á EFFO-liðinum hjá NSÍ er áleið 22 ár.

NSÍ hevur altíð verið kent fyri sítt góða ungdómsarbeiði, og hevur felagið havt eitt kanón ár í ár við bæði 2. deild, U18, U16 og U14 liðinum, og eru hetta leikarar, sum komandi árini koma at mynda besta liðið.

Eisini vera umstøðurnar hjá EFFO-liðinum væl betri við nýggjum vølli, og nú fimleikahøllin verður gjørd liðugt í hesum døgum.

Leikarahópurin verður stórt sæð tann sami, men um neyðugt verða aðrir leikarir heintaðir inn at víðka um hópin.

Venjararnir hava kallað inn til leikarafund mánakvøldið 18. November 2013 kl. 20.00 í NSÍ-hølinum.

NSÍ ynskir Trygva og Helga bestu eydnu. Saman standa vit sterk!

Vegna NSÍ

Kinna F. Olsen
Forkvinna

Líknandi tíðindi