JAVNLEIKUR Á EIÐINUM: FC SUÐUROY-NSÍ 1-1

Suðuroyarportalurin – Dennis Holm, hevur skrivað hesa frásøgnina frá dystinum á Eiðinum í Vági, millum FC Suðuroy og NSÌ.——————–

Fyri løtu síðani endaði fyrsti heimadysturin hjá FC Suðuroy í hesum kappingarárinum, har NSÍ var á vitjan. Hóast tað regnaði illa á Eiðinum, so vóru líkindini til fótbólt sum heild hampilig.

FC Suðuroy byrjaði væl betri í fyrra hálvleiki. Leikararnir vóru ágrýtnir og NSÍ-liðið varð trýst á øllum vøllinum teir fyrstu 20-25 minuttirnar. FC Suðuroy kom eisini fram til einstakar málmøguleikar, tó uttan at fáa mál. Í hinum endanum kom NSÍ eisini fram til nakrar møguleikar – og helst eisini til tann størsta í hálvleikinum, men tá hálvur tími var farin, var støðan framvegis 0-0.

Tá 35 minuttir eru leiktir, kemur bólturin inn í FC Suðuroy brotsteigin. Suni úr Hørg stormar fram móti bóltinum í eini roynd at sparka bóltin burtur, bólturin støkkir upp í hondina á Suna, og dómarin dømir brotsspark. Christian Høgni Jacobsen legði NSÍ á odda 1-0, og var hetta eisini hálvleiksstøðan.

Seinni hálvleikur var meiri rótutur enn fyrri. Lítið fótbóltsspæl var, men komu liðini bæði tó fram til fleiri málmøguleikar. FC Suðuroy stríddist allan seinna hálvleik á tamb og høvdu eisini fleiri møguleikar at javna. Obi hevði eitt gott skot, sum málverjin bjargaði úti við vinstru stong. Jón Krosslá Poulsen hevði eitt kanón-skot á yvirleggjaran, men bólturin vildi bara ikki inn.

Í yvirtíðini fær FC Suðuroy eitt fríspark á markinum til brotsteigin. Jón Krosslá Poulsen skjýtur, rakar ein NSÍ-leikara og beint framvið stongini. Hornað til FC Suðuroy. Hornasparkið kemur innfyri og í brotsteiginum verður ein FC Suðuroy leikari togaður niður og dómarin dømdi brotsspark. Jón Krosslá Poulsen javnaði fyri FC Suðuroy og var hetta eisini seinasta sparki í dystinum.

Sum heild ein væl uppiborin javnleikur til FC Suðuroy, sum við eitt sindur av hepni kundi vunni dystin. Eftir tvey umfør er FC Suðuroy framvegis ósigrað í Vodafondeildini.

Líknandi tíðindi