Innbjóðing til B2 skeið í februar

B2 skeið verður í Tórshavn 14-16 & 21-23 februar 2014. Skeiðið er tilsamans 50 tímar og byrjar fríggjadag kl 16 og endar sunnudag kl 17. Skeiðið eru treytað av nóg góðari undirtøku.

Endamál/innihald: B2 er framhald av B1 skeiðinum.
Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Evni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru m.a.:
– Teknisk venjing
– Likamlig venjing
– Leiðsla
– Læruhættir/metoda
– Málmansvenjing

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Tey, sum hava tikið B2 skeið, hava rætt til at søkja upptøku á B3 skeiðið, sum vanliga er í november.

Upptøkutreytir: Luttakari skal hava tikið B1 skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá regluni um upptøku um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er kr. 3.000 kr.
GG! Kvinnuligu luttakararnir sleppa ókeypis á B2 venjaraskeiðið.
(Bankkonti: Eik 9181-263.457.2, BankNordik 6460-100.390.0, Norðoyar Sparikassi 9865-100.251.2, Suðuroyar Sparikassi 9870-100.251.2. Viðmerk: B2 skeið feb 2012)

Tilmelding: Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina víðari. Vinarliga nýtið tilmeldingarskjalið niðanfyri og sendi tað beinleiðis til [email protected]. Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella á telfaxi til nr. 319079.

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 5. februar 2014.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur á teldupostadressuni [email protected] ella á tlf. 291977.

Líknandi tíðindi