Eginvenjing fyri ungómsleikarar hjá NSÍ

Nú stundar til at øll liðini fara at byrja at venja.

Í ár fara vit at víðka um eginvenjing hjá NSÍ leikarum bæði hjá gentum og dreingjum.

Hendan eginvenjing er eitt tilboð til tín sum leikara, og verður hendan venjingin um morgunin, og byrjar venjingin kl 6.30 til 7.30. Skift verður í NSÍ hølinum, og kunnu leikarnir aftaná venjing fara beinleiðis í skúla.

NSÍ hevur á dreingjasíðuni U14/U16 roynt hetta í nøkur ár, og er hetta avgjørt á rættari leið at menna okkara ungdóm í NSÍ. Tað, sum leikarnir skulu hava við er: Venjingarklæðir og bóltin.

Nýtt skema fyri morgunvenjing byrjar nú í komandi viku, og verður byrjað stundisliga 6.30-7.30

Mánamorgun: U16 dreingir
Týsmorgun: U 14 dreingir
Hósmorgun: U12 dreingir
Fríggjamorgun: Gentir U12 – U14 – U17

Málmansvenjing fyri yngri málverjar verður eisini sett á skránna 1 dag um vikuna, tíðin har er ikki endaliga løgd, men hetta verður heilt skjótt.

Vónandi taka tit øll væl í móti hesum eykatilboði um venjing frá felagnum.

Vinarliga
Trygvi Mortensen

Líknandi tíðindi