Meinhard Olsen skrivað undir sáttmála við NSÍ

1

Aftur í dag hevur ein av okkara evnaríku dreingjum skriva undir sáttmála við besta lið felagsins.

Hesuferð er tað 16 ára gamli Meinhard Egilsson sum hevur skrivað eitt ára sáttmála við barndómsfelagið sum bindir hann at felagnum hetta kappingarárið.

Meinhard er enn eitt prógv um tað góða ungdómsarbeiðið sum NSÍ ger. Hansara fótbóltsførleiki er á øllum teimum frammrættaðu plássunum. Meinhard er í mun til sín aldur sera væl fyri fysiskt og skjótur sum ger hann til ein vandamiklan áleypara.

Hann fekk sína debut á besta liðnum hjá NSÍ í mai í fjør, stutt eftir hann var fyltur 16 ár.

Meinhard hevur spælt eina rúgvu av landsdystum á ungdómsliðunum hjá Føroyum. Hann eigur metið sum tann leikari í Føroyum sum hevur spælt flestar landsdystir við U-17 landsliðnum. Í EM undankappingini hjá U-17 landsliðnum í Georgien í 2013, skoraði Meinhard einsamalla liðið táið Føroyar vunnu 1-0 á San Marino.

Venjarafelag Føroya valdi Meinhard sum besta U-18 leikara í 2013 hóast sín unga aldur. Meinhard gjørdist eisini toppskjútti í føroysku U-18 deildini í 2013 á tí unga NSÍ liðnum sum vann FM í U-18 farna kappingarári.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og góða eydnu.

Share.

1 kommentar

  1. Kjartan Jacobsen on

    Deiligt Meinhard hjá Herthu fyri hetta tú fært eina tertu hetta dámar gamla nú verður ikki leingi til vit steyp í NSÍ húsið fara at samla tú mást minnast til at vera ein góður drongur hjá okkum tú ert ein fongur. 🙂

Skriv et svar