Bakkafrost heldur fram sum høvuðsstuðul hjá NSÍ

NSÍ og Bakkafrost hava skriva undir nýggjan høvuðsstuðulssáttmála í dag. Við hesum heldur Bakkafrost fram sum høvuðsstuðul hjá felagnum í kappingarárinum 2014.

NSÍ fegnast um, at Bakkafrost við stuðli sínum er við til at leggja tryggar lunnar undir virksemið hjá felagnum. Samstundis fegnast NSÍ um at kunna halda áfram við góða og jaliga samstarvinum, sum hevur verið millum partarnar.

Hetta er triðja árið, at Bakkafrost er høvuðsstuðul hjá NSÍ.

Á myndini skriva Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, undir avtaluna.

Líknandi tíðindi