|

Fjepparin: Betuel Hansen

Fjepparin hesa ferð er ungur NSÍ-ari, sum seinasta summar fór av landinum at liva dreymin sum fótbóltsleikari. 17-ára gamli U17-landsliðsleikarin Betuel Hansen hevur verið týðandi leikari á nógv vinnandi ungdómsliðunum hjá NSÍ og spælir nú við Silkeborg.

-Navn og aldur?
Betuel Hansen, 17 ár.

-Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Nei, eg havi einki beinleiðis fast pláss, men eg siti sum oftast ímillum NSÍ áskoðararnar.

-Hvussu leingi spældi tú við NSÍ, og hvar á vøllinum?
Eg byrjaði sum fýra ára gamal og flutti til Silkeborg IF, sum 16 ára gamal, síðsta summar. Eg spældi fyri tað mesta á offensiva miðvøllinum, men tey seinastu árini spældi eg á defensiva miðvøllinum.

-Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Eg veit ikki, hvussu áhugin kom. Eg haldi bara, at eg altíð havi havt áhuga fyri fótbólti.

-Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Legendan, Sjúrður Jacobsen.

-Størsta løtan sum NSÍ-ari?
Tað kann vera so nógv, men tað má sikkurt vera, tá vit í 2008 vunnu Danacup í Hjørring. Vit eru tað einasta føroyska liðið, sum hevur vunnið tað.
Fyrsti dystur, hjá mær, við besta NSÍ liðnum ímóti TB, var eisini ein sera stór løta.

-Størsta styrkin hjá NSÍ?
Teir vilja spæla góðan fótbólt og hava eitt gott ungdómsarbeiði.

-Í morgin møta vit B68 við Løkin. Hvussu vildi tú lýst B68 sum mótstøðulið?
Vit møta einum uppflytara, sum hevur nógv nýtt fólk og er ikki so væl saman spælt. Eisini veit eg, at tað eru nakrir ungir og eitt sindur óroyndir leikrarar við. Av tí, at tað er ein grannauppgerð, rokni eg við, at teir fara at gera enn meir fyri at basa okkum.

-Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin?
Eg rokni við, at vit vinna ein tryggan 3-0 sigur.

Líknandi tíðindi