Fjepparin: Kjartan Jacobsen

0

Hesin fjepparin sæst til allar dystir hjá NSÍ, aloftast við einum myndatóli. Hann er spentur og stuðlandi sum fáur. Fjepparin hesu ferð er Kjartan Jacobsen.

-Navn og aldur?
Kjartan Jacobsen, 31 ár.

-Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Eg siti sum oftast beint uppi yvir trummunum tætt við gulu kiosk.

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Eg plagdi at spæla í álopinum, tá eg var yngri. Seinni havi eg spælt á øllum plássum, enn tá staði í mál.

-Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin til fótbólt byrjaði tíðliga. Í fólkaskúlanum sparkaðu vit nógv bólt. Tað helt á fram, tá man fór at venja í NSÍ. Stórsta grundin til, at eg havi haft so stóran áhuga fyri fótbólti, er tí at eg havi fleri systkinabørn, sum hava spælt við á fremsta liðnum hjá NSÍ. Tá eg byrjaði at fylgja við, tá vóru tað Kári og Mortan Hansen, seinni komu Betuel og Karstin Hansen og so ikki at gloyma Bill McLoud Jacobsen sum er venjari hjá AB. Og systkinabarnið Petur Meinhard Magnussen er málmaður hjá 07 Vestur. Per Langgaard er komin í familjuna – hann kláraði seg væl seinasta dyst. Beiggi mín, Petur Meinhard, sparkaði nógv, tá hann var yngri, og havi eg hoyrt, at hann var góður. At enda fari eg at nevna Ingvar Hansen, sum eisini er komin í familjuna. Hann er dugnaligur fótbóltsspælari. Við eini familju, har fótbóltur fyllir so nógv, so hevur prátið fyri tað mesta verið um fótbólt, tá vit hava verið samlaði á Skipanesi.

-Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Yndlingsleikari hjá mær fyrr er Christian Høgni Jacobsen. Av teimum, sum er nú, dámar mær sera væl Jónhard Frederiksberg.

-Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Stórsta løtan var uttan iva, tá NSÍ blivu meistarar í 2007. Nú sjey ár eru liðin, hevði verið stuttligt, um teir høvdu blivið føroyameistarar aftur.

-Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størsta styrkin hjá NSÍ er, tá teir spæla álops fótbólt.

-Í morgin møta vit Skála á Skála. Hvussu vildi tú lýst Skála sum mótstøðulið?
Skála vóru øgiligir í 2005 og 2006, tá teir spældu góðan álopsfóbólt. Bogi Gregersen og Jónhard Fredriksberg stuðlaðu væl hvørjum øðrum í álopinum.

-Hvat væntar tú, úrslitið verður í morgin?
Eg rokni við, at tað verður sama útgangstøði sunnudagin. Hetta er næsta grannauppgerðin, so her skal einki takast fyrivgivið. Eg tippi ein 3-0 sigur – Klæmint tvey og Árni eitt.

Annars vænti eg, at Meinhard Egilsson Olsen verður næsta stjørnuskotið hjá okkum.

Share.

Skriv et svar