|

Fjepparin: Dánjal Jákup Højgaard

Fjepparin hesa ferð dámar best leikarar, ið geva 100%, og er at finna nærhendis kioskini, tá dystur er. Fjepparin er rituvíkingurin Dánjal Jákup Højgaard.

-Navn og aldur?
Dánjal Jákup Højgaard, 63 ár.

-Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Standi vanliga saman við tí gamla gardanum, báðu megin kioskina.

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Spældi nakrar dystir á 2. liði miðskeiðis í sjeytiárunum.

-Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin hevur helst ligið “latentur” leingi, men breyt út, tá eg flutti aftur til Rituvíkar at búgva.

-Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Yndisleikarar eru fleiri, tað er jú eitt spenni upp á 40 ár. Allir teir, sum geva 100% og eitt sindur afturat, eru mínir yndisleikarar.

-Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Størsta løtan má heilt víst vera, tá vit blivu Føroyameistarar.

-Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størsta styrkin má vera góður boltførleiki, gott spælskil og sjótt spæl.

-Sunnudagin møta vit AB við Løkin. Hvussu vildi tú lýst AB sum mótstøðulið?
AB vísti ímóti Víkingi, at teir ætla sær meira enn at berjast ímóti niðurflyting, teir hava sryrkt seg væl síðani seinasta ár, harafturat hava teir eitt sera gott venjaratoymi, so teir vera ikki lættir at sifta.

-Hvat væntar tú, úrslitið verður í sunnudagin?
Vænti tó at vit vinna við einum ella tveimum málum.

Líknandi tíðindi