Klæmint dagsins maður móti Skála

Tit hava valt trýfalda málskjúttan móti Skála, Klæmint, til dagsins mann í 1-5 sigrinum seinasta vikuskifti. Klæmint fekk heili 40% av teimum íalt 128 givnu atkvøðunum.

Klæmint skoraði tvey tey fyrstu málini og so tað seinasta. Upprunaliga var fyrsta málið skrásett sum sjálvmál, men hetta er síðani rættað av Fótbóltssambandinum.

Á øðrum og triðja plássi komu báðir kantarnir hjá okkum, sum terroriseraðu Skála-verjuna hendan dagin, Andy við 18% og Árni við 7%.

Í dag kl. 15 taka vit móti AB við Løkin. Líkindini síggja út til at fara at vera framúr, so leggið leiðina framvið Løkin kl. 15!
[poll id=”70″]

Líknandi tíðindi