|

Úr skotgrøvini: Hergeir Eldevig, ÍF

Í skotgrøvini hava vit fjølbroytta mentamannin, fuglfirðingin við hugskotsríka yvirskotinum – Hergeir Eldevig.

-Navn og aldur?
Hergeir Eldevig, 35 ár

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, byrjaði sum ungur afturi í verjuni, men kom so longur fram á vøllin. Fyrst sum áleypari, men fann síðan mítt rætta pláss í høgra borði.

-Tín yndisleikari hjá ÍF? – nú og/ella fyrr
Høgni Zachariassen og Margar Hansen.

-Størsta løtan við ÍF?
(Um minnið tænir mær rætt) So var tað ein unglingadystur ímóti HB í Havn. Tað var ikki gamalt at vinna á ovara vølli, men hesaferð eydnaðist. Eg var nokk fyrstaárs dreingjaliðsspælari, men spældi eisini dystir við Unglingaliðinum. Skoraði eitt mál og legði upp til tvey. Tá fekk eg smakk av, at eg kundi gera mun.

-Sunnudagin spæla ÍF og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Eitt ung og spennandi lið við nógvum framatrættaðum dygdum, ið kemur at liggja ovarliga á stigatalvuni í ár.

-Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Klæmint Olsen er ein maskina. Hann er og verður altíð farligur fyri eitthvørt mótstøðulið.
Clayton Soares hevur fingið glið á, og eg vænti, at hann verður í rætta hýrinum hesaferð.

-Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
Eg vænti ein spennandi og undirhaldandi dyst við góðum álopsfótbólti.
ÍF vinnur 3-2.

Líknandi tíðindi