Fjepparin: Dan Lamhauge

0

Í sínum dagliga starvi leggur hann okkara ungu gott í beinið, hann er virkin í alskyns ítróttar- og frítíðarvirksemi og sigst vera eina tann frægasti hockey-spælarin í kommununi – Dan Lamhauge er fjepparin.

-Navn og aldur?
Dan Lamhauge, 38 ár.

-Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Standi vanliga beint norðan fyri kioskina. Nær við Bill Justinussen og Jákup Lamhauge.

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Spældi fótbólt árini fram til og við unglingar. Spældi fyri tað mesta á vinstra bakki, og plagdi at halda Sjúrð á Langanesi á beinkinum.

-Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Ááhugin fyri fótbólti hevur verið har so langt, sum eg minnist. Men eg dugi ikki heilt at siga, hvaðani hann er komin. Pápi mín hevur altíð fylgt við fótbólti og serliga NSÍ, so kanska er tað haðani.

-Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
NSÍ hevur fostrað nógvar góðar leikarar. Tíverri spæla fleiri teirra í øðrum feløgum. Sjálvur spældi eg saman við Ian Højgaard. Hevði hann havt teir møguleikar, sum dreingir hava í dag, so hevði hann verið eitt stórt navn í fótbóltsverðini. Annars sita nøvn sum Christian Høgni og Langgaardarnir frammalaga í huganum. Og so vænti eg mær nógv av Árna Fredriksberg.

-Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Sjálvandi var seinasti dysturin í Klaksvík í 2007 nakað serligt. Men eg sá eisini steypafinaluna á ólavsøku á sinni. Tað var fantastiskt.

-Størsta styrkin hjá NSÍ?
Størsta styrkin hjá NSÍ liggur heilt víst í skjóta álopspælinum. Tað sær gott út, tá okkara menn seta ferð á frammeftir.

-Sunnudagin møta vit ÍF í Fuglafirði. Hvussu vildi tú lýst ÍF sum mótstøðulið?
Teir hava sterkar einstaklingar í álopinum og í verjuni. Tað fer neyvan at vera nóg mikið sunnudagin.

-Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin?
NSÍ fer við øllum og vinnur 3-1.

Share.

Skriv et svar