Úr skotgrøvini: Kaj Leo Holm Johannesen, HB

0

Í skotgrøvini hesa ferð hava vit eina HB-legendu, sum leikti 300 dystir við besta liðinum og vann 3 meistaraheiti og 7 steypafinalur. Í hesum døgum súkklar hann nógv aftrat dagliga starvinum sum Føroya Løgmaður.

-Navn og aldur?
Kaj Leo Holm Johannesen, 49 ár.

-Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Málmaður – 300 dystir í fyrstu deild hjá HB.

-Tín yndisleikari hjá HB? – nú og/ella fyrr
Gunnar Mohr.

-Størsta løtan við HB?
FM í 1988 er størsta løtan, men 2 onnur meistaraheiti og 7 ferðir vinnari av steypafinaluni vóru eisini stórar løtur.

-Skírisdag spæla HB og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Kenni ov lítið til NSÍ liðið, men eg veit at teir hóska væl til HB, tí bæði liðini hava altíð spælt tekniskan fótbólt, so vónandi fáa vit ein undirhaldandi dyst.

-Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum hósdagin?
Mær dámar ikki at taka leikarar framum aðrar – kenni meg noyddan at nevna allar ella ongan.

-Hvat væntar tú, at úrslitið verður?
HB vinnur 2-1.

Share.

Skriv et svar