Déjà vu – Fyrri hálvleikur kostaði stigini: HB-NSÍ 4-1
NSÍ tapti 4-1 á HB í Gundadali í dag eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Magnus minkaði um munin til 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn HB staðfesti sigurin móti dystarloki.
NSÍ tapti 4-1 á HB í Gundadali í dag eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Magnus minkaði um munin til 2-1 tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn HB staðfesti sigurin móti dystarloki.
NSÍ vann 1-0 á Skála á heimavølli sunnudagin. Sera gott at fáa gongd á, og at vinna aftur. Væl arbeitt NSÍ og koyri á víðari. Mikudagin er steypadystur ímóti AB við Løkin, dysturin er kl 16.00. Saman standa vit sterkt!
Í gjárkvøldið leiktu vit fyrsta dystin í seinnu hálvu av Effo-kappingini. Mótstøðuliðið var AB, sum vit hava leikt tveir tættar dystir móti higartil í ár. AB hevur eisini styrkt seg í summarsteðginum. Eftirsum at dysturin bleiv leiktur beint undan Ólavsøku, var dysturin eisini steypadystur. Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: Andras, Johan, Jens, Per, Einar, Jann…
Hósdagin kl 15.00 hava leikarar brúk fyri allari hjálp teir kunnu fáa. Fyrri dysturin endaði 2-2 í Klaksvík, so útgangsstøðið til dystin er gott. Men uppgávan er trupul, og tískil hava leikarar brúk fyri øllum stuðli teir yvirhøvur kunnu fáa, so at NSÍ verður at síggja í steypafinaluni tann 26. august á Tórsvølli. Heitt verður…
Í morgin (Skírishósdag) spæla Betri kvinnur fyrsta heimadyst í ár, sum verður ímóti Víkingi. Dysturin byrjar kl.13:00. Komi og stuðlið
Í annaðkvøld kl. 19 verður minningarguðstanæsta fyri Pidda í Glyvra Kirkju. NSÍ ynskir eisini, at vit minnast Pidda í samband við dystin móti B68 við Løkin í morgin. Sum so nógv her á staðnum hevði Piddi eitt foreldur innanifrá og eitt foreldur uttanifrá. Tí er tað hóskandi, at vit minnast hann júst í hesum dystinum….
NSÍ hevur í kvøld leikt málleysan javnleik móti Fulham á Svangaskarði. Talan var um stórt bragd fyri føroyskan fótbólt. NSÍ megnaði at fáa málleysan javnleik móti Fulham FC á Svangaskarði í kvøld. xxxx fólk høvda leita sær niðan á Svangaskarði fyri at síggja stjørnurnar úr Premier League spæla móti NSÍ. Í fyrra dystinum millum liðini,…