|

Av Skipanesi til Æðuvíkar fyri triðju ferð

Fyri triðju ferð skipar NSÍ fyri sera vælumtóktu spurnakappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. 8 lið, sum umboða tær 8 bygdirnar av Skipanesi til Æðuvíkar, kappast um at hava bestu heilarnar í økinum. Endamálið við tiltakinum er eisini at samansjóva fólkið í økinum, at hita upp til kappingarárið í fótbólti, og at vísa, hvussu nógvir og góðir møguleikar eru við Løkshøll. Og so vóna fyriskipararnir, at tiltakið fer at kasta nakrar krónur av sær til virksemið hjá NSÍ.

Spurningarnir snúgva seg um ymiskt í nærumhvørvinum, skip, staðarnøvn, røddir, hendingar, NSÍ og árstøl. Kryddið, tann alternativi spurningurin, er eitt av hæddarpunktunum. Alternativi spurningurin leggur upp til, at luttakararnir syngja ein sang, halda eina røðu ella spæla eina sketch. Hesin spurningur kann geva heilt upp til 5 stig – ella meira.

Hóskvøldið 10. apríl var fyrsta umfar av spurnakappingini aftur á skránni. Tá vunnu Rituvík og Saltangará ímóti Skipanesi og Søldarfirði. Hetta kvøldið má metast sum eitt av teimum allar bestu. 3 yrktir sangir og ein sketch vórðu framførd.

Men, fyriskipararnir hava mót um eitt minst líka spennandi og undirhaldandi kvøld hóskvøldið 24. apríl. Tá hittast first Glyvrar og Runavík. Tá tann vinnarin er funnin, fara Æðuvík og Lamba í dyst. Hesi liðini hava altíð fyrireikað seg væl og gjørt nógv burturúr.

Í steðginum fer ein blaðungur trupadurur at spæla og syngja. Talan er um Sjúrð Djurhuus Tróndheim, sum gongur í 10. flokki, har hann m.a. hevur tónleikabreyt. Vespureiðrið er sjálvsagdur partur av tiltakinum, har illa ber til at fyrireika seg upp á spurningarnar frammanundan.

Vertirnir til tiltakið eru teir báðir Jonhard Hansen og John Andersen. Dómararnir eru heldur ikki hvørjir sum helst. Feðgarnir báðir Jákup (eldri) og Trygvi Mortensen (eldri) hava spískað blýantin og eru spentir til uppgávuna.

Fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Við slagorðunum: ”Tað snýr seg ikki um at vera stuttligur, tað snýr seg um at hava tað stuttligt”, verður lagt til brots 24. apríl kl. 20.00 í Løkshøll. Møguleiki er at keypa atgongumerkini á www.loksholl.fo.

Á myndini eru tað søldfirðingar, sum syngja um ymsar typur, sum seta sín dám á gerandisdagin í Runavík. Hjalmar Juul eigur myndina.

Líknandi tíðindi