Helgi, Sonni og Gango hava fingið B-venjaraprógv

0

Í vikuni vórðu 12 luttakarar lidnir við B4-venjaraskeiðið hjá FSF. Skeiðið byrjaði í 14. mars og endaði 10. juni.

Ì millum luttakarnar vóru 3 venjarar úr NSÌ, Helgi L. Petersen hjálparvenjari á Effo liðnum, Andras Gango málmansvenjari og Sonni L. Petersen ungdómsvenjari.

B4-venjaraskeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya er 40 tímar og er seinasti partur av B-venjaraútbúgvingini, sum tilsamans er 160 tímarnar. Hesir kunnu nú fara til B-próvtøku í august, og harvið royna at fáa UEFA B-lisens.

B4-skeiðið, sum endaði í hesi vikuni, byrjaði 14. mars, og hevur skift millum ástøði og praktiska venjing. Hvør luttakari hevur havt egnan vegleiðara, ið tríggjar ferðir hevur vitjað viðkomandi luttakara úti í felagnum til venjing við egnum liði.

Vegleiðarar á B4-skeiðnum hava verið Áki Johansen, Bjørn Krog, Pauli Poulsen, Hans Mourits Foldbo og Petur Simonsen.

Flestu av teimum, ið nú hava tikið B4, eru somu luttakarar, sum tók R-skeiðið í fjør heyst.

Hjartaliga tillukku Helgi, Sonni og Gango og framhaldandi góða eydnu í venjarastarvinum.

Share.

Skriv et svar