Smádreingir b&c: NSÍ-HB 3-6


NSÍ hevur 3 smádreingjalið við í landskappingini í ár. Eitt úrvalslið spælir á heilum vølli við 11 leikarum. Hini bæði liðini spæla á 3/4 vølli við 9 leikarum á hvørjum liði.

Tey bæði liðini við 9 monnum skuldu spæla í Runavík í dag. Eftir ætlan skuldi HB møta við tveimum liðum, men eftirsum teir bert fingu mannað tað eina liðið, var dysturin í dag millum leikararnar á teimum báðum NSÍ-liðunum og HB.

Góður helmingurin av leikarunum hjá okkum eru fluttir upp úr piltadeildini, har teir vanliga leiktu 3-4 dystir hvønn leikdag. Hvør dysturin var 10 minuttir. Í dag skuldu teir so fyri fyrstu ferð royna seg við tveimum hálvleikum á 35 min. hvør. Málini vóru eisini fyri fyrstu ferð fulla stødd.

Teir løgdu út sum óløði og skoraðu í fyrsta álopinum. HB javnaði stutt eftir. Dysturin gekk javnt á. Liðini skiftust um at stýra spælinum, og har vóru sera nógvir kjansir báðar vegir. HB skoraði meir og vann við 6 málum móti 3. Rógvi, Pætur og Kristian skutu okkara mál.

Allir leikararnir hjá okkum fingu nógva spælitíð. Dysturin tóktist at vera langur í mun til tað, dreingirnir vóru vanir við, so teir fóru troyttir heim.

[nggallery id=4]

Líknandi tíðindi