|

Fjepparin: Jákup Vágsheyg


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Jákup Vágsheyg.

Navn og aldur:
Jákup Vágsheyg, 37.

Hevur tú fast pláss til dyst, hvar?
Nei, eg reiki runt, men eri mest frammanfyri kioskina.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Ja, síðani eg var  7 ár. Eg var HB’ari. Fyri tað mesta málmaður, men annars eisini áleypari.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Ja, altso… Jónstein Petersen hevur mær altíð dámað væl.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá man sum starvsnevndarlimur vann FM saman við felagnum við Løkin móti VB. Annars steypasigurin í 2002.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Haldi, at tað er, at vit í stóran mun nýta okkara egna fólk, og so styrkja liðið við nøkrum profilum.

Í morgin møta vit Víkingi. Lýs mótstøðuliðið stutt:
Eg havi ikki so nógv  gott at bera teimum. Eg hati teir næstan líka nógv sum B68. ( Og hatta kanst tú sitera meg fyri.)

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin millum NSÍ og Víking:
2-0 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Bjarna Kjeld.

Líknandi tíðindi