U-14 hjá NSÍ vann Adidas Summer Cup 2014
Adidas Summer Cup 2014 er ein uttandura fótbóltskapping sum B36 skipar.
Okkara evnaríka U-14 lið vann gull í sínum aldursbólki.
Sera flott og hjartaliga tillukku.
FSF og feløgini byrja í næstum eitt felags átak. Ætlanin er at fáa kvinnur og menn at spæla heilsufótbólt. Tú skalt vera omanfyri 20 ár og ikki vera serliga vanur at spæla fótbólt. Umleið 2-4 ferðir um vikuna verður spælt uppá tvey mál. Man luttekur ikki í nakrari kapping, men tað verður bara spælt til…
Venjingin fyri børn undir skúlaaldur byrjar nú aftur eftir summarfrítíðina. Dreingir undir skúlaaldur venja komandi mánadag kl 16.30 við Løkin. Gentur undir skúlaaldur venja komandi mikudag kl 16.45 á vøllinum við Glyvra skúla
Eftir summarstøðgin var fyrsti dystur í landskappingini hjá U14a á skránni leygardagin. Á nýggja vøllinum við Stórá í Trongisvági tók TB/Royn ímóti teimum gulu. Í samband við dystin, høvdu fleiri foreldur leitað sær suður longu fríggjadagin, og fingu tey ein frálíkan túr burturúr. Tey búleikaðust í Froðba. Leygarmorgunin fór so restin av liðnum suður. Líkindini…
Jakup R Højgaard og Jógvan Højgaard hava gjørt sáttmála við NSÍ. Talan er um 2 ungar evnaríkar leikarar, sum nú báðir hava skriva undir sín fyrsta sáttmála við NSÍ. Hettar er ein partur av framtíðar ætlanini hjá felaginum. NSÍ ynskir at vísa okkara ungu kreftum álit, og hevur felagið í ár gjørt íalt 9…
Týsdagin 3 juli og mikudagin 4 juli, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri ókeypis fótbóltsskúla fyri yngri leikarunum hjá felagnum. Byrjað verður týsdagin kl 09.00 og skúlin er liðugur kl 16.00. Týsdagurin er fyri leikarar gentur og dreingir í aldursbólkunum U-8 til U-12 dreingir og U10-U12 gentur. Mikudagin verður eisini byrjað kl 09.00 og liðugt er…
Í dag kl. 13 taka kvinnurnar hjá okkum ímóti HB við Løkin í Runavík. Meðan okkara hava spælt 2 dystir, vunnið báðar, skotið 14 mál og einki latið inn, er talan hinvegin um fyrsta landskappingardystin hjá HB í hesum kappingarárinum. Møti fjølment!