U16-dreingir hjá NSÍ stevna ímóti FM

Seinasta umfarið verður spælt leygardagin 4. oktobur 2014. NSÍ spælir ímóti AB á Argjum.

Undir leiðslu av Jens Martin Knudsen kunnu okkara ungu dreingir tryggja sær FM komandi leygardag.

NSÍ U16 liggja í løtuni fremst við 32 stigum fyri 13 dystir. Í hølunum er B36 við 30 stigum.

Av tí at NSÍ er betri enn B36 innanhýsis, so er javnleikur á Argjum nokk til at vinna kappingina hjá U16. AB liggur í løtuni næstniðast.

Vónandi møta NSÍ-viðhaldsfólk fjølment upp úti á Argjum.

 

Myndin er frá www.in.fo / Sigmar Mørkøre

Líknandi tíðindi