U14 Dreingir: NSÍa vann í kvøld útsetta dystin ímóti B36a

U14-liðið hjá NSÍ vann í kvøld útsetta dystin ímóti B36a á niðara vølli í Gundadali.

Aron Miðberg Mikkelsen skoraði bæði málini hjá NSÍa. Við einum máli í hvør sínum hálvleiki syrgdi Aron fyri eini 2-0 leiðslu, áðrenn B36a minkaði um munin, tá 2 minuttir vóru eftir av dystinum. Fleiri mál komu ikki, og NSÍ vann ein uppibornan sigur í kvøld.

Við sigrinum er NSÍ framvegis heilt frammi í oddinum, har tað nú er greitt, at gullið endar annaðhvørt hjá NSÍa ella HBa.

Liðini mangla at spæla tríggjar dystir. NSÍ og HB liggja ájøvn við 50 stigum í part.

Líknandi tíðindi