Úr skotgrøvini: Finn Jensen, HB

0


Undan dystinum sunnudagin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Finn Jensen.

Navn og aldur:
Finn Jensen, 44 ár

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Eg spældi til og við unglingar, og so flutti eg niður. Seinni spældi eg við club 20 liðinum í nógv ár, tað var eitt serligt 4. deildarlið hjá HB. Eg spældi mitt á miðjuni, í miðkringinum. Eg plagdi ikki at fara úr honum yvirhøvur.

Tín yndisleikari hjá HB?
Mín kæri vinur, Eirikkur Rasmussen.

Størsta løtan sum HB-fjeppari?
Tað má vera í 2006, tá vit koppaðu EB/Streymi á málstrikuni. Líka so keðiligt sum tað var hjá EB/Streymi, líka so stuttligt var tað hjá HB. Eg var uppi tíðliga tann morgunin, tí eg var biðin um at skipa fyri tónleiki til eina silvurveitslu um kvøldið – og so endaði tað við gullveitslu.

Sunnudagin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt:
Eg havi ikki sæð teir spælt í ár. Men eg veit, at teir eru ivrigir, kanska serliga í Gundadali móti HB. Teir hava eina blanding av ungum og evnaríkum leikarum og royndum leikarum – so tað er eitt gott lið. Eins og HB er NSÍ ikki ordiliga komið í gear. Øll feløgini uttan B36 síggja fyrstu 9 dystirnar sum eina innkoyring. B36 halda seg longu vera føroyameistarar.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum sunnudagin?
Christian Høgni hevur nakað at prógva móti HB. Ofta er tað soleiðis, at man gevur nakað eyka móti liðum, sum man hevur spælt fyri. Vit í HB hava stórar vónir til Símun Samuelsen. Men vit hava eisini aðrar evnaríkar leikarar, og so sjálvandi teir ungu sum t.d. Kristin R. Mouritsen.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin millum HB og NSÍ?
HB vinnur við tveimum málum, men eg veit ikki, hvussu nógv mál bæði liðini fáa. Tað verður ikki uttan svørðslag. Dysturin verður spennandi, og eg eri langt frá vísur í úrslitinum.

Share.

Skriv et svar