U14-Dreingir: – HB vil avgera FM á skrivaraborðinum!

Við kæruni um U14-dystin millum HB og EB/Streym er staðfest, at Havnar Bóltfelag ynskir at avgera U14-gullið á skrivaraborðinum. EB/Streymur hevði ongan ítróttarligan fyrimun av mistakinum, og sostatt er tað helst søguligt, at FM hjá U14-dreingjum møguliga verður avgjørt av einum fyrisitingarligum mistaki, ið onga ávirkan hevði á úrslitið.

Avgerandi fyri FM-stríðið

FSF hevur nú avgjørt, at dysturin millum U14-liðini hjá HB og EB/Streymur, ið á leikvøllinum endaði 2-2, nú á skrivaraborðinum endar 3-0 til HB. Hetta hevur beinleiðis ávirkan á U14-liðið hjá NSÍ, ið við hesum fer av fremsta plássinum.

Tá støðan hjá U14 á heimasíðuni hjá FSF er fult uppdaterað, so stóð áðrenn úrskurðin á jøvnum millum NSÍa og HBa. NSÍ var tó betri í innanhýsis uppgerðum, og tískil oddalið. Eftir úrskurðin er HB tvey stig frammanfyri NSÍ. Sostatt hevur hetta úrslitið beinleiðis ávirkan á gullstríðið hjá U14-dreingjunum.

Siðvenjan hjá FSF er greið

Hetta málið er sera áhugavert. Í hesum føri serliga fyri NSÍ, men eisini fyri onnur við áhuga fyri ungdómsfótbólti. Orsøkin til, at HB vinnur dystin á skrivaraborðinum er, at EB/Streymur hevur brúkt tveir U12-leikarar, ið ikki standa á leikarayvirlitinum hjá FSF.

Í dag eru ásetingarnar soleiðis, at allir leikarar skulu skrásetast hjá FSF. Um teir ikki eru skrásettir, so er talan um ólógligan leikara. Í umtalaðu kæruni er talan um ungar lokalar leikarar, ið ikki hava umboðað annað felag enn EB/Streym. Tá U14 manglar fólk, so eru teir noyddir at fara niður til U12-liðið eftir leikarum. Hjá EB/Streymi hava tey ikki gingið líka høgt uppí at skráseta hesar leikarar, møguligt orsakað av, at teir spæla økiskappingar, og tískil stendur ikki eitt FM-heiti uppá spæl. U12-leikarar hava sambært reglugerðini hjá FSF loyvi til at spæla bæði við U12 og U14, enntá í sama leikumfari.

FSF mótsigur sær sjálvum

Samanumtikið kann sigast, at HB vinnur dystin – og møguliga meistaraheitið – tí at EB/Streymur hevur brúkt tveir U12-leikarar, ið ikki standa í yvirlitinum hjá FSF. Um EB/Streymur hevði sent ein teldupost við hesum báðum nøvnunum til FSF, so var alt í lagi. Talan er sostatt ikki um ein ítróttarligan fyrimun hjá EB/Streymi.

Um vit minnast aftur á Igor-málið hjá TB, har felagið hevði undirskrivað ein ólógligan sáttmála við leikaran, so kom aganevndin hjá FSF til eina áhugaverda niðurstøðu.

Brot úr úrskurðinum: Aganevndin metir ikki, at málið er av slíkum slagi, at tað greitt kann staðfestast, at TF hevur havt ítróttarligan fyrimun av, at seinni leikarasáttmálin ella ískoytissáttmálin ikki varð innsendur ella góðkendur av FSF. Tí metir aganevndin ikki, at tað er hóskiligt at revsa TB ítróttarliga fyri brot, sum er framt í kappingarárinum 2012.

Tað var í hesum føri ikki hóskandi at revsa TB ítróttarliga, tí tað ikki greitt kundi staðfestast, at teir høvdu ein ítróttarligan fyrimun av brotinum. Í U14-døminum er púra greitt, at EB/Streymur ikki hevði nakran sum helst ítróttarligan fyrimun, tí leikararnir høvdu loyvi at spæla við. Teir stóðu bara ikki á listanum, ið eigur at verða sendur til FSF.

Eigur HB at kæra?

Tað er út frá praksis hjá FSF púra greitt, at EB/Streymur eigur at tapa dystin, tí teir hava brúkt ein ikki-skrásettan leikara. Men tann stóri spurningurin er, um HB eigur at kæra eitt mál sum hetta, tá mótstøðuliðið ikki fekk nakran ítróttarligan fyrimun. Gull-smakkurin eigur nokk at vera best, tá ungu spentu dreingirnir avgera meistarabólkin í teimum 22. umførunum – ella teimum 1540 minuttunum – á leikvøllunum kring landið.

Um hetta er rætt ella skeivt má vera upp til hvønn einstakan at avgera. Ynskiligt hevði verið, um FSF eisini tók málið meira generelt upp til viðgerar. Vit í NSÍ halda í øllum førum, at meistaraheitið hjá U14 eigur at avgerast á vøllinum.

Líknandi tíðindi