U14-Dreingir: NSÍc vann sannførandi sín bólk

Seinasti dysturin í ár hjá NSÍc varð spældur í Gundadali í dag. NSÍ vann bólkin sera sannførandi!

Teir hava skotið 139 mál í ár, ímeðan bara 18 mál eru farin ígjøgnum. Hetta gevur ein málmun á +121 mál, og tað má sigast at vera ótrúliga flott.

Venjarar eru Jonhard H. Hansen og Eddie Mikkelsen.

Liðformaðurin, Meinhard Debes Geyti, tók ímóti steypinum.

nsi2nsi3

Heimasíðan hevur lænt myndirnar frá Egil Weihe.

 

Líknandi tíðindi