U12-Dreingir: NSÍa vann silvur í FM-bólkinum

Endaumfarið hjá U12-dreingjum varð spælt í dag. Bólkur A1 varð spældur við Løkin í Runavík, og her varð spælt um FM 2014 hjá U12.

Fýra tey bestu U12-liðini vóru NSÍa, HBa, B71 og HBb, ið sostatt endaðu í A-bólkinum.

HBb gjørdist FM-vinnari, og harvið besta U12-liðið í ár. NSÍa gjørdist nr. 2 og fingu sostatt silvur um hálsin við Løkin í dag.

Venjarar eru Jóhan Danielsen og Rógvi Fossdalsá.

 

u12aaau12a

Á aðrari myndini síggjast øll fýra liðini. Sæunn L. Nolsøe hevur tikið myndirnar.

Líknandi tíðindi