U16-Dreingir: NSÍa er føroyameistari!

Eftir dystin á Argjum í dag er greitt, at U16-dreingirnir hjá NSÍ eru føroyameistarar!

NSÍ vann dystin ímóti AB 7-0, og tískil var gullið ongantíð í vanda.

NSÍ endaði ovast við 35 stigum fyri 14 dystir.

Vit ynskja okkara ungu dreingjum hjartaliga til lukku við gullinum!

Jens Martin Knudsen er venjari hjá NSÍa.

 

Heimasíðan hevur lænt myndina frá Høgna Lamhauge.

 

 

 

Líknandi tíðindi