1. deild & U18: Kappingarárið hevur verið gott

Blaðunga 1. deildarliðið hjá NSÍ hevur klárað seg framúr væl í ár. Tey 34 stigini røkka til eitt 6. pláss í 1. deild, og er hetta eitt av teimum betru úrslitunum hjá NSÍ í 1. deild.

Venjarar eru Sámal Hansen og Egil Olsen, og hava teir staðið á odda fyri einum ungum NSÍ-liði, ið hevur fingið fleiri sera góð úrslit.

Miðalaldurin á liðnum boðar okkum frá, at framtíðin hjá NSÍ er í góðum hondum.

Fleiri av leikarunum eru sum kunnugt eisini at finna á U18-liðnum hjá NSÍ, ið longu hevur tryggjað sær silvur í ár. NSÍ var leingi í harðari kapping við HB um gullið, men teir gjørdust akkurát ov stuttir. Talan er tó um eitt flott úrslit.

U18 hjá NSÍ spælir seinasta dystin í ár við Løkin í morgin, Sunnudagin kl. 17.30, ímóti EBS/Skála.

Líknandi tíðindi