U14-Dreingir: NSÍ vann silvur, sum luktar av gulli

0

Bæði NSÍ og HB vunnu tríggjar teir seinastu dystirnar, og sostatt gjørdist kæran avgerandi í FM-stríðnum.

NSÍa spældi í morgun seinasta dystin í kappingarárinum ímóti B68 á Svangaskarði. Spenningurin var stórur undan dystinum, tí NSÍ hevði enn møguleikan at vinna kappingina. Men brúk var fyri hjálp frá B36, ið skuldi taka stig frá HB. HB vann dystin og gjørdist harvið føroyameistari.

NSÍ vann 7-0 á B68 við málum frá Jógvan Højgaard (2), Pætur Skipanes (2), Sjúrður Paula Nielsen (2) og Aron Mikkelsen (1).

Á leikvøllinum vunnu NSÍ og HB sær 59 stig í part fyri 22 dystir. NSÍ var betra liðið innanhýsis, og tískil kundi hetta verið nokk til at vinna FM-steypið. Men HB vann sær 2 stig afturat á skrivaraborðinum, og tískil endaði gullið í Havn. Til lukku við tí.

Vit ynskja U14-liðnum hjá NSÍ hjartaliga til lukku við kappingarárinum!

 

silvur2

 

Share.

Skriv et svar