Johan Jacobsen spælir nú við NSÍ!

22-ára gamli klaksvíkingurin, ið er búsitandi í Runavík, hevur í gjár skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ.

Johan hevur seinastu trý árini verið fastur partur av Effo-liðnum hjá KÍ, men næsta ár umboðar hann NSÍ.

Hetta varð kunngjørt á NSÍ-veitsluni í gjár, og ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, kundi samstundis fortelja, at NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við 15 leikarar. Av teimum 15 hava fleiri langtíðarsáttmála við NSÍ.

Vit gleða okkum longu til at síggja Johan og hinar á vøllinum í næsta ár.

 

Líknandi tíðindi