Sølvi og Sjúrður Pauli eru við U15-landsliðnum

0

NSÍ eigur nógvar sera dugnaligar ungar leikarar. Tveir av teimum, Sølvi Sigvardsen og Sjúrður Pauli Nielsen, eru í løtuni við U15-landsliðnum í Danmark.

Teir spæla við í eini kapping í Vejle.

Føroyska landsliðið tapti tveir teir fyrstu dystirnar, men í triðja dystinum vunnu teir 4-2 á Helsingborg. Sølvi og Sjúrður Pauli byrjaðu báðir inni hendan seinasta dystin, og Sølvi skoraði enntá eitt av málunum.

Share.

Skriv et svar