Takk fyri, Sjúrður!

0

Tað er nú greitt, at Sjúrður Jacobsen fer at spæla við ÍF næsta kappingarár. NSÍ hevur bjóðað honum sáttmála til komandi ár, men hann hevur valt at fara aðrar leiðir.

Sjúrður hevur helst metið fyri flest spældar dystir fyri NSÍ. Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 459 skrásettar dystir fyri NSÍ, harav 376 eru fyri besta liðið.

Í ár hevur Sjúrður 22 ferðir verið á vøllinum í Effo-dysti fyri NSÍ, og er hetta eitt greitt tekin um, at venjarin hevur álit á dygdunum hjá honum, hóast árini eru vorðin 38.

Felagið fer við hesum at takka honum fyri tíðina í NSÍ. Hann hevur verið ein fantastiskur leikari fyri felagið!

Vit mugu viðganga, at tað verður eitt sindur sum at síggja Frank Lampard í Manchester City.

 

 

Share.

Skriv et svar