Harry Knudsen verður hjálparvenjari hjá NSÍ
NSÍ og Harry Knudsen hava í kvøld skrivað undir 1-ára sáttmála. Sostatt er tað nú greitt, at Harry verður hjálparvenjari hjá Effo-liðnum hjá NSÍ.
Umframt drúgvar royndir sum ungdómsvenjari í felagnum, so hevur 39-ára gamli Harry Knudsen eisini UEFA B-prógvið, sum krevst av einum hjálparvenjara í bestu deildini.
Felagið ynskir Harry bestu eydnu við starvinum, og vit síggja fram til eitt gott samstarv.