Hákun Edmundsson í gult

NSÍ og 18-ára gamli Hákun Edmundsson hava skrivað undir ein 2-ára sáttmála.

Hóast sín unga aldur, so hevur Hákun longu spælt 31 dystir í Effo-deildini. Hartil hevur hann spælt við U17- & U19 landsliðnum. Tað er sostatt greitt, at talan er um ein evnaríkan ungan leikara, ið longu hevur royndir í bestu deildini.

Samstundis er greitt, at Debes Danielsen skiftir til B68 at spæla, og vilja vit takka honum fyri tíðina í NSÍ.

Líknandi tíðindi