John Andersen: – NSÍ verður føroyameistari!

Vit hava tikið eitt prát vit John Andersen, ið er stórur NSÍ-fjeppari. John væntar sær nógv gott frá NSÍ í ár.

– Eg vænti mær nógv av NSÍ í ár. Eg má viðganga, at eg ikki væntaði at NSÍ fór at enda í topp 4 seinasta kappingarár, men tíbetur bleiv eg gjørdur til skammar tí viðvíkjandi. Í ár hava vit ein sterkari hóp við tilgongd av nøkrum spennandi leikarum. So vit fara eftir topp 3. NSÍ hevur ein sterkan hóp við nógvum spennandi individualistum, men eisini fleiri liðspælarum.

NSÍ er kent fyri sítt góða ungdómsarbeiði, og John væntar eisini, at ein ungur leikari fær sítt endaliga gjøgnumbrot í ár.

– Uttan at blunka, so er mítt besta boð Meinhard Olsen. Hann hevur prógvað seg á okkara ungdómsliðum og menningarliðnum, men hann hevur ikki veruliga fingið møguleikan á effo-liðnum. Um vit vísa honum álit, so fer hann at blomstra.

John væntar, at stríðið um FM verður spennandi.

– Víkingur er eitt gott boð uppá ein FM-vinnara, men eftir at teir mistu Hall Hanson, eru teir ikki so greiðir favorittar, sum eg fyrst væntaði. HB hevur mist fleiri týðandi leikarar, og tí verður tað trupult hjá teimum at vinna FM. B36 hevur mist tann besta leikarin í tí offensiva partinum, tá Adeshina Lawal skifti til ÍF. Tað fer heilt sikkurt at merkjast, at hann ikki er við longur.

Sum ein rættur fjeppari, so er John optimistiskur, tá tað kemur til FM-stríðið.

– Vit eru blivnir eitt ár eldri, og eitt vet betri. Mítt besta boð til FM-vinnara í 2015 er NSÍ!

Líknandi tíðindi