Meinhard hol á í stórsigri

Tað vóru góð fótbóltslíkindi við Løkin í Runavík, tá NSÍ tók ímóti EB/Streymi leygardagin 7. mars. Nakað av vindi var tvørs av vøllinum, men nervaði hetta ikki spælið stórvegis.

Lat tað verða sagt beinavegin, at NSÍ vann ein knúsandi sigur í dag og vóru væl betri enn mótstøðuliðið. Tá tað er sagt, so hevði EB/Streymur sínar løtur og var tað serliga báðumegin hálvleikssteðgin, at teir bitu frá sær.

Allan dystin á tamb høvdu NSÍarnir nógvar møguleikar og vóru tað serliga Árni og Klæmint, sum vóru vandamiklir.

Fyrsta málið kom aftaná 18 min. Árni dregur úr høgru síðu inn í brotsteigin hjá EB/Str, spælir til Johan, sum kemur strúkandi í einum yvirlappi, og hesin ger skjótt av og leggur innfyri, har verjuleikari hjá EB/Str – hart kroystur av Klæminti – kemur at beina bóltin í egið mál.

Restina av fyrra hálvleiki trýsti NSÍ og hóast fleiri vandamiklar royndir, var tað EB/Str, sum javnaði beint áðrenn hálvleik. Rasmus Dan Sørensen verður spældur ígjøgnum, og so er 1-1, og liðini fara til hálvleik.

Fyrstu 5 minuttirnir í seinna hálvleiki skuldu vísa seg at verða sera týdningarmiklir. Viðhaldsfólkini hjá NSÍ fingu ein sannan kvøkk, tá ein EB/Streymari brádliga gerst leysur í teirra vinstru síðu. Hepnið var tó ikki við EB/Streymi og bólturin fór framvið málinum hjá Gango.

Tað gekk tó ikki long tíð til NSÍarnir høvdu sett tingini uppá pláss. Við tveimum málum frá bestu framrættaðu leikarunum hjá okkum – Árna og Klæminti – var NSÍ longu aftaná 50 minuttir á greiðari sigurskós. Fyrst legði Árni okkum á odda við góðum skoti úr eini 18 metrum. Ein minutt seinni sendi Pól Jóhannus gott innlegg inn til Klæmint, sum takkaði fyri og skallaði bóltin í kassan.

Trygvi og Harry settu miðskeiðis í seinna hálvleiki tríggjar frískar leikarar á vøllin. Fyrst kom Meinhard inn og nakað seinni Haraldur og Jónleif.
Hóast dysturin nú var at kalla avgjørdur, so vildu NSÍarnir meira. Klæmint var ikki liðugur enn og aftaná 77 minuttir sendi Jens eitt frálíkt fríspark innfyri, og har var Klæmint hægstur, og so vita vit øll, hvat klokkan hevur sligið.

Hæddarpunktið í dystinum kom í yvirtíðini. Klæmint royndi seg ímóti málinum, men málmaðurin hálvbjargar, og har er Meinhard Olsen klárur. Hann setir høvdið á bóltin, og so er fyrsta EFFO-málið hjá stórtalentinum veruleiki.

NSÍ – EB/Streymur 5-1 (1-1)
Málini hjá NSÍ: Klæmint (2), Árni (1), Meinhard (1), Sjálvmál (1)

(skrivað hevur: HLP)

(Myndir: JUUL’s-Foto)

meinhardmal

Líknandi tíðindi