Jann Martin – dagsins maður móti Víkingi

Síðani dystin móti Víkingi seinasta vikuskifti, hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti Víkingi.

Nú atkvøðugreiðslan er stongd, liggur Jann Martin klárt á odda við 20% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 36 atkvøður av teimum 176 givnu atkvøðunum.

Nummar tvey og trý eru Ólavur og András við ávikavist 11% og 10%.

Vit ynskja Jann Martin hjartaliga tillukku við heiðrinum!

Eftir dystin móti HB í morgin, verður opnað fyri nýggjari atkvøðugreiðslu.

[poll id=”2″]

[singlepic id=188 w=400 h=300 float=] [singlepic id=129 w=400 h=300 float=]

Líknandi tíðindi