Hevur tú hug at spæla heilsufótbólt?

2

FSF og feløgini byrja í næstum eitt felags átak. Ætlanin er at fáa kvinnur og menn at spæla heilsufótbólt. Tú skalt vera omanfyri 20 ár og ikki vera serliga vanur at spæla fótbólt.

Umleið 2-4 ferðir um vikuna verður spælt uppá tvey mál. Man luttekur ikki í nakrari kapping, men tað verður bara spælt til stuttleika. Møguliga kann onkur dystur avtalast seinni, um áhugi er fyri tí. Gransking vísir, at hetta er sera gott fyri heilsuna.

FSF kemur at gera onkrar smávegis kanningar, soleiðis at tey kunnu fylgja við gongdini.

Hevur tú áhuga í hesum, so kanst tú skriva til sonni@nsi.fo, og upplýsa navn, aldur og bústað. Tilmeldingin er ikki bindandi, men meira fyri at vita, um áhugin er tilstaðar. Tiltakið er ókeypis. Um undirtøka er fyri tí, so verður heilsufótbóltur spældur í Runavík. Um nógv melda til, so verður venjingin bólkað eftir kyni og aldri.

Í stuttum sigur FSF soleiðis um heilsufótbóltin:
· At hann hevur sum mál at bøta um fólkaheilsuna. Og her vísir gransking, at fótbóltsspæl hevur jaligari árin enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum
· At hann skal fáa vaksin/tilkomin fólk, kvinnur og menn, at venja og spæla 2-4 ferðir um vikuna. Ikki minst tey, sum hava lítlar royndir frá fótbóltinum
· At ymsar kanningar/testir vera gjørdar av luttakarunum 2-3 ferðir í árinum
· At hann tað fyrsta árið er partur av eini granskingarverkætlan, men heldur fram eftir hetta komandi árini
· At FSF útvegar feløgunum ymsan útbúna og venjingartilfar til venjingina
· At feløgini hava ábyrgdarfólk, sum skipa fyri vikuligu venjingini, og sum sjálvi eisini kunnu vera partur av hesari
· At feløgini útvega tíð á vølli, evt sparkivølli, 3 ferðir um vikuna

Share.

2 kommentarer

  1. Kristian Gaardbo on

    Eg vil fegin luttaka í Heilsufótbóltinum.

    vh
    Kristian Gaardbo 05-08-1959

    ps Kristina Gaardbo er fødd: 13-05-1960

Skriv et svar