Fjepparin: Bjarni Kjeld

0


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Bjarni Kjeld.

Navn?
Bjarni Kjeld.

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Nei, tað havi eg ikki.

Spældi tú sjálvur?
Nei.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Ringt at siga. Tað hava verið so nógvir góðir spælarar. Jann Ingi er eitt gott boð.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá vit blivu meistarar í 2007. Man hevði bíðað so leingi, verið uppi í fótbólti síðan 2000, og so eyðnaðist tað. Stóru løturnar vóru fyrst, tá vit blivu steypavinnarar, og so tá vit blivu meistarar.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
At vit hava gott fólk á øllum plássum.

Sunnudagin møta vit HB. Lýs mótstøðuliðið stutt:
HB eru altíð góðir. Teir eru ringir at spæla ímóti og serliga í Gundadali. Tað verður ein  stór uppgáva hjá okkum, men vit vinna.

Hvat væntar tú, úrslitið verður sunnudagin millum NSÍ og HB?
1-0 til NSÍ.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Gudny Nielsen.

Share.

Skriv et svar