U6-dreingir og gentur venja í dag kl. 16.30
Øll áhugað (árgang 2009 og yngri) eru vælkomin at møta við Løkin kl. 16.30 í dag. Vant verður í 60 minuttir.
Møguliga verða tíð og stað broytt seinni, men so fáa tit kunning um tað.
NSÍ luttekur í hesum døgum á Århus Fodboldfestival í Danmark. NSÍ hevur tvey lið piltar A og piltar B við á festivalinum. Trygvi Mortensen hevur sent heimasíðuni hesa frásøgnina. Tvey piltalið hjá NSÍ luttaka fótbóltfestivali í Århus fyriskipað av felaginum Skovbakken. Tað eru góðar umstøður, spælt verður bæði á grasi og graslíki. A piltanir skuldu…
Í dag, 30. Juni, fyllir ein av liðleiðarum okkara, Andras Olsen, 60 ár. Í 22 ár hevur Andras verið runt besta liðið sum liðleiðari, og nógv góð og stuttlig minni eru sprotin burturúr. Millum annað kann nevnast Føroyameistaraheiti í 2007 og vinna steypakappingina, men ikki minst, var Andras partur av besta liðnum, tá ið sonur…
Dreingirnir hjá NSÍ, sum eru í Íslandi á venjingarlegu, vunnu fyrr í vikuni heili 18-2 móti Leiftri á Ólafsfirði í fyrsta dystinum á ferðini. Annar dysturin skuldi leikast móti KA úr Akureyri. KA er eitt av heilt sterku liðunum í Íslandi, og dreingirnir vóru spentir til dystin. Men, av einari ella aðrari orsøk bar brádliga…
A Piltanir spældu í morgun kvartfinalu móti FC Århus. Sjálvt um vit taptu 4-1 so var lítil og ongin munur. Fyrri hálvleikur var javnur, har vit so at siga allatíðina vóru omaná, og høvdu fleiri stórar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Og sum so ofta hendur, skoraði FC Århus og kom sostatt á odda…
Í ár varð skipað fyri einum fótbóltsskúla fyri NSÍ´arar. Fótbóltsskúlin var skipaður yvir tveir dagar. Mánadag 26. juni var tað okkara leikarar frá U7 – U11 gentur og dreingir, ið luttóku, og týsdag 27. juni var tað leikarar frá U13 – U17 gentur og dreingir. Dagarnir vóru skipaðir eins, við venjingum sum fyrsti partur, síðani…
Við miðlinjuna Var eingin áskoðari, so var heldur eingin fótbóltur – so einfalt er tað. Áskoðararnir sleppa ov sjáldan til orðanna, tí tað eru ofta bara nakrir fáir “vektaðir serfrøðingar”, sum – umaftur og umaftur – verða útvaldir at eftirmeta fótbóltsdystir. Hildið verður – sum púra rætt er – at áskoðararnir “taka partí” ella eru…